Almannaverkið
Útgivið
18. december 2023
Útgongur
21. december 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um størvini
Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum at arbeiða fulla tíð. Fyri bæði størvini er galdandi, at arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið og allar dagar í vikuni og 3. hvørt vikuskifti. Størvini verða sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin er á Argjum.

Eisini verður søkt eftir avloysarum at avloysa í sambandi við feriu, sjúku o.a.

Arbeiðsuppgávur
Í Sambýlinum í Garðsgøtu búgva seks fólk við menningartarni og autismu, sum hava tørv á stuðli og røkt. Endamálið við stovninum er at veita búfólkunum ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag við jaligum upplivingum.

Uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar. Vit arbeiða fyri, at búfólkini fáa tænastu á høgum støði. Vit leggja dent á møguleikar heldur enn forðingar og miða eftir at skipa rætta námsfrøðiliga stuðulin og umsorganina til tað einstaka búfólkið. Tú verður eisini kontaktpersónur hjá búfólki – hetta inniber eitt nú at hava samband við avvarðandi, læknavitjanir o.s.fr.

Vit arbeiða eftir KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðunum hjá tí einstaka. Vit arbeiða við at menna førleikar og halda verandi førleikar viðlíka.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið