Hvalbiar Kommuna
Útgivið
23. december 2025
Útgongur
5. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir

Tveimum námsfrøðingum til barnagarðstovur á 30 tímar um vikuna. Eitt av størvunum er farloyvistarv í tíðarskeiðnum 2.februar til 31.desember 2026
Størvini verða at byrjað 2. februar 2026 ella skjótast til ber.
Um námsfrøðingar ikki verða settir, verða hjálparfólk sett tíðaravmarkað.

Eisini verður søkt eftir føstum avloysarum til feriu, sjúku o.l.

Um stovnin
Brosið er ein kommunalur dagstovnur, ið lat upp í august 2017.
Vit hava eina vøggustovu, tvær barnagarðstovur og frítíðarskúla.
Stovnurin er í einum náttúruríkum umhvørvi, tætt við skúlan, fótbóltsvøll, kommunala spæliplássið og fjøruna.
Vit hava sera góðar umstøður, bæði innan- og uttandura, sum geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning.

Vit kunnu bjóða:

  • eitt umráðandi og spennandi starv, har tú kanst verða við til at mynda og menna
  • námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • eitt starv, har tú kanst hava ávirkan og nýta tínar dygdir
  • at tú verður partur av einum góðum og dugnaligum starvsfólkahópi
  • eitt starv, har tíð er sett av til fyrireiking og eftirmeting av námsfrøðiliga arbeiðinum

Vit vænta, at tú:

  • hevur ein jaligan hugburð og sær møguleikar heldur enn forðingar
  • tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt
  • ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
  • kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag
  • ynskir áhaldandi at menna teg fakliga
  • kanst arbeiða við teimum námsfrøðiligu amboðum sum stovnurin brúkar

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Sambært barnaváttanarlógini §2, hevur arbeiðsgevarin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara á tlf. 237580
Umsókn saman við prógvi, cv og møguligum viðmælum, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 5.januar 2026 kl.12.00.

Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba
ella til hvalba@hvalba.fo

Líknandi størv

Leiðari til sambýlir í Havn   Faroe Islands nýtt
23. december 2025
23. december 2025
23. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið