Hvalbiar Kommuna
Útgivið
26. maj 2023
Útgongur
7. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

  • Námsfrøðingar til barnagarðstovur og vøggustovu á 30 - 40 tímar um vikuna.

Námsfrøðingar til frítíðarskúla á 25 – 27 tímar um vikuna.

  • Námsfrøðiligan stuðul til barn í barnagarðstovu, á 30 tímar um vikuna fram til

01.07.24.

  • Føstum avloysarum til feriu, sjúku oa.

 Námsfrøðingar, ið fáa prógv í summar eru vælkomnir at søkja.
Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Stovnurin
Brosið er ein dagstovnur, ið byrjaði sítt virksemi í august 2017.

Vit hava eina vøggustovu, tvær barnagarðstovur og frítíðarskúla.

Stovnurin er í einum náttúruríkum umhvørvi, tætt við skúlan, fótbóltsvøll og fjøruna.
Vit hava sera góðar innan- og uttandura umstøður sum geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning.

Vit bjóða eitt umráðandi og spennandi starv, har tú kanst verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum. Vit hava góða normering og tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi. Vit seta tíð av til fyrireiking og eftirmeting av arbeiðinum.

Vit vænta av umsøkjarum at

  • tú hevur ein jaligan hugburð og sær møguleikar heldur enn forðingar
  • tú tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt
  • tú ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
  • tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
  • tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag
  • tú ynskir áhaldandi at menna teg fakliga
  • tú kanst arbeiða við teimum námsfrøðiligu amboðum sum stovnurin brúkar

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú tolir broytingar í starvinum. Barnaváttan, sambært barnaváttanarlógini §4, skal fyriliggja, áðrenn umsø kjari verður settur.

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara á tlf. 237580

Umsókn saman við barnaváttan, prógv, lívrensl og møgulig viðmælir, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi onsdagin 7. juni 2023  kl.12.00.

Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba

ella til hvalba@hvalba.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið