Almannaverkið
Útgivið
12. september 2023
Útgongur
2. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um størvini
Talan er um føst størv fulla tíð og niðursetta tíð og eitt farloyvisstarv. Farloyvisstarvið er fram til 01.01.2024. Eisini verður søkt eftir avloysarum og fólki at arbeiða 3. hvørt vikuskifti.

Fyri øll størvini er galdandi, at arbeitt verður í skiftandi vaktum. Í mestan mun byrja vaktirnar kl. 08.00, og fevna annars um alt døgnið allar dagar í vikuni og 3. hvørt vikuskifti. Starvsstaðið er á Eirargarði 16B í Havn.

Arbeiðsuppgávur
Á sambýlinum búgva 10 fólk við menningartarni og fjølbreki, sum hava tørv á námsfrøðiligum stuðli og røkt.

Uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar. Vit arbeiða fyri, at búfólkini fáa tænastu á høgum støði. Vit leggja dent á møguleikar heldur enn forðingar og miða eftir at skipa rætta námsfrøðiliga stuðulin og umsorganina til tað einstaka búfólkið. Vit arbeiða bæði fyri at menna førleikar og halda verandi førleikar við líka.

Eisini fevna uppgávurnar um persónliga røkt, sum t.d. vask og hjálp við at eta. Tú verður eisini kontaktpersónur hjá búfólki – hetta inniber eitt nú at hava samband við avvarðandi, læknavitjanir o.s.fr.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið