Lýsing
Okkara stovnur og arbeiðspláss er eitt mennandi, gevandi og kveikjandi stað, bæði fyri børn og vaksin. Og nú hevur TÚ møguleikan, at gerast partur av okkara hópi!
Trivnaðurin Á Flat er í hásæti, tað verið seg, bæði fakliga og sosialt. Her er kenslan góð av samanhaldi, felagsskapi og nærveru millum børn og vaksin.
“At vit hjálpa hvørjum øðrum, stovur arbeiða saman – man er sæddur hvønn dag, vit hava gott samanhald og her er ein góð atmosfæra”- Beinta, námsfrøðingur
Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna í ávíkavíst vøggustovu, barnagarðsstovu og skúlastovu frá 1. aug 2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er bæði um føst størv og barnsburðarfarloyvi.
Námsfrøðingar, sum hava fingið prógv í summar eru hjartaliga vælkomnir at søkja.