Lýsing
Vegna Dagstovnin Sólareygað sóknast Tórshavnar Kommuna eftir námsfrøðingum og hjálparfólki.
Vit sóknast eftir:
- tveimumnámsfrøðingum ella hjálparfólkum at arbeiða 30 til 35 tímar um vikuna at byrja í føstum starvi í eini av okkara barnagarðsstovum oktober 2022 ella eftir nærri avtalu
- einumnámsfrøðingi ella hjálparfólki at arbeiða 30 til 35 tímar um vikuna at byrja i eini av okkara vøggustovum frá oktober 2022 ella eftir nærri avtalu
Vit vænta:
- túert nærverandi
- tútekur ábyrgd og ynskir at lyfta námsfrøðiligu uppgávurnar saman við okkum
- tú,saman við okkum ert áhuga i tekn til talu, sum vit brúka i samskiftinum við fleiri av okkara børnum
- túhevur hug og ynski at verða við til at skapa ein fjølbroyttan og mennandi
Vit bjóða:
- eittstarv har útilív, rørsla og heilsa er ein inngrógvin partur av dagligdegnum
- eittstarv har upplivingar og granskingar á barnahædd eru ein stórur partur av dagligdegnum
- eittstarv við aktivum og kveikjandi vaksnum, har samanhald og viðurkenning eru grundarsteinar
- eittstarv, har tú saman við góðum starvsfeløgum fært nógvar góðar upplivingar i tí dagliga
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsókn saman við góðkenning, prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi sunnudagin 2. oktober 2022.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini og starvsviðurskifti við at venda sær til Mirjam Johannesen, stovnsleiðara, á telefon við at senda teldupost til mirjamj@torshavn.fo