Tórshavnar kommuna
Lýsing
Trívist tú í einum lærandi og mennandi mentan, har leiðsla og starvsfólk taka væl móti kreativum hugskotum og eggjar hvørjum øðrum at gera tað, sum ein brennur fyri og dugur best?
Vilt tú gerast partur av einum opnum, forvitnum, jaligum og samstarvssinnaðum toymi, sum byggir á fakligheit og álit?
Søkt verður eftir námsfrøðingum oh hjálparfólkum til Frítíðarskúlan í Hoyvík at arbeiða 25-30 tímar um vikuna, at byrja 1. august 2025.
Arbeiðstíðirnar eru millum kl. 11.00-17.00.