Lýsing
Trívist tú í einum lærandi og mennandi mentan, har leiðsla og starvsfólk taka væl móti kreativum hugskotum og eggja hvørjum øðrum at gera tað, sum ein brennir fyri og dugur best?
Vilt tú gerast partur av einum opnum, forvitnum, jaligum og samstarvssinnaðum toymi, sum byggir á fakligheit og álit?
Frítíðarskúlin er í náttúru góðum umhvørvi. Í grannalagnum er ein tjørn, sum vit brúka nógv. Úti er gott pláss, og í garðinum er millum annað ein stór fløta, fótbóltsvøllur og ymiskt annað. Her fáa børnini rørt seg nógv kropsliga og stimbrað sínar sansir.
Frítíðarskúlin hevur pláss til í mesta lagi 96 børn í 1. og 2. flokki, meðan frítíðartilboðið fyri 3. flokk er fyri øll børn í 3. flokki í Hoyvíkar skúla. Fleiri av starvsfólkunum á stovninum hava drúgvar námsfrøðiligar royndir.
Vit søkja eftir fólki at byrja skjótast gjørligt. Arbeiði er 25-30 tímar um vikuna, við møguleika fyri 40 tímum vikuliga – um man eisini arbeiðir í KLUBB 188.
Í stóran mun eru arbeiðstíðirnar í mestan mun í dagtímum.
Arbeiðstíðirnar í KLUBB 188 eru um kvøldið (17.30-22.30, fríggjadagar 18.30-1.30).
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144700