Lýsing
Smílibýlið søkir eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum, uml.27 tímar um vikuna.
Størvini verð sett 12. august 2024 ella skjótast til ber.
Tónleikur, sjónleikur, felagsskapur, kreativitetur, verkstaður, ítrottur, útilív, talv, søgur, spæl, nærvera, fjøran, drekar, bál, gummibátar, snorkling. Hvat kundi tú hugsa tær at gjørt í tínum dagliga arbeiði?
Smílibýlið er frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokki, og serstovuna í Eysturskúlanum, ið er fyri børn við socio-emonitionellum avvbjóðingum. Høvuðsendamálið hjá okkum, er at geva øllum børnunum møguleika til, at hava eitt innihaldsríkt, mennandi og spennandi frítíðarlív, í einum góðum og sunnum felagsskapi.