Lýsing
Er tað tær vit leita eftir? Okkum tørvar tveir námsfrøðingar afturat í okkara góða starvsfólkahóp, harav annað starvið er varaleiðarastarv. So kundi tú hugsa tær at ment tínar leiðslu førleikar so kann starvið sum varaleiðari verða eitt gott fet á leiðini við møguleika fyri persónligari menning og fakligari sparring. Og veist tú hvat? Børnini gleða seg at spæla við tykkum 🙂
Um Blákolluna
Blákollan er kommunalur dagstovnur, ið lat upp í 2001. Stovnurin liggur á Kjalarvegnum, við haga í nærumhvørvinum, og her búleikast vit í húsum í trimum hæddum, við eini stovu á hvørjari hædd. Vit hava tvær barnagarðsstovur við íalt 36 børnum og eina vøggustova við 10 børnum.
Sum námsfrøðingur í Blákolluni ert tú, saman við starvsfelagum tínum, við til at seta dám á námsfrøðiliga virksemi á stovninum, so at børnini fáa ein tryggan, mennandi, innihaldsríkan og
stuttligan dag.
Vit arbeiða í løtuni við at endurnýggja okkara námsætlan, so ert tú nýhugsandi og torir at taka ábyrgd og avgerðir, so kann hetta verða eitt spennandi starv fyri teg.
Les meira um starvið og søk umvegis leinkjuna á okkara heimasíðu, www.klaksvik.fo
Námsfrøðingur og varaleiðari til Blákolluna í Klaksvík freistin er 15. mars 2026