Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
28. august 2024
Útgongur
11. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Baldursbrá er ein náttúrubarnagarður, við denti á tryggleika og umsorgan, sum fær tað einstaka barnið at mennast og trívast.

Baldursbrá er kommunalur dagstovnur, ið lat upp á heysti í 2021. Stovnurin hevur frálíka staðseting, við fjøru og haga í nærumhvørvinum. Náttúran myndar tískil ein týðandi part av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum.
Pláss er fyri 45 bar nagarðsbørnum, í aldrinum 3-6 ár sum húsast í stovunum Dreymsólja, Gullsólja og Snjósólja.
Søkt verður eftir tvimum námsfrøðingum, atstøðingum ella hjálparfólkum á 30 tímar og 26 tímar um vikuna, at byrja 16. septembur 2024 ella eftir nærri avtalu.

Vit kunnu bjóða:
• ein spennandi stovn, ið er í menning viðvíkjandi námsættlan og virðisgrundarlag.
• ein góðan og vælvirknan starvsfólkahóp.
• ein stovn, ið arbeiður við náttúrunámsfrøði.
• ein ráðleggingardag um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum
• tíð til fyrireiking.

Vit vænta, at tú:
• hevur ein savnandi hugburð
• ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
• leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
• sær møguleikar í øllum børnum
• vil vera við til at mynda stovnin sum ein nátturubarnagarð.
• hevur áhuga í at arbeiða við náttúrunámsfrøði, endurnýslu og burðardygd.
• ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
• sær stórt virði í viðurkenning og inklusión
• ert týðilig/ur í samskifti, og leggur dent á gott samstarv

Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF)
og Føroya Pedagogfelag.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Vivian B. Samson, leiðara, á telefon 225719
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsókn, saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum, skal vera okkum í hendi seinasta lagi 11. septembur 2024.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Námsfrøðingar til Baldursbrá

Líknandi størv

16. september 2024
13. september 2024
Varaleiðari til Miðstovnin   Faroe Islands nýtt
13. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið