RUNAVÍKAR KOMMUNA
Útgivið
25. november 2022
Útgongur
11. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir námsfrøðingum til vøggustovu, barnagarðsstovu og serstovu í Barnagarðinum á Mýrunum í Runavík at byrja 01.01.2023 og/ella 01.03.2023.

Størvini eru á 20-40 tíma viku. Eitt í vøggustovu, eitt á serstovu, tvey í útibarnagarðsstovu, harav annað er fyri námsfrøðing í barnsburðarfarloyvi. Og eitt í barnagarðstovu, sum er fyri námsfrøðing í barnsburðarfarloyvi. Lesandi, ið væntandi verða liðug við lesnaðin skjótt, eru vælkomin at søkja starv. Ynskir ein at bjóða seg fram sum avloysari á stovninum, er ein eisini vælkomin at leggja umsókn inn.

Barnagarðurin á Mýrunum liggur í einum náttúruvinaligum umhvørvi, beint við Toftavatn í Runavík, og er normeraður til 92 børn í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin hevur tríggjar barnagarðsstovur við 20 børnum, harav tann eina er ein útibarnagarðsstova. Tvær vøggustovur við 13 børnum og eina stovu við 6 børnum har arbeitt verður eftir sernámsfrøðiligum leisti, har gerandisdagurin er eftir hvørji børn eru á stovuni og arbeitt verður inkluderandi við hinar stovurnar á staðnum. Í løtuni er enn ein útibarnagarðstova við 12 børnum tilknýtt stovninum.

Vit bjóða

  • Góðar arbeiðsumstøður og eitt fakliga gott arbeiðsumhvørvi, har tú eisini kann seta tín dám á gerandisdagin.
  • Eitt spennandi og mennandi starv við nógvum avbjóðingum og tvørfakligum samstarvi.
  • Ein stovn við nógvum námsfrøðingum.
  • Ein stovn, ið umframt rørsluligar kanningar, málrættað arbeiðir eftir teimum 6 grundarsteinunum í tveir mánaðir í senn, nýtir TÍTT sum trivnaðaramboð, nýtir barnsins menningarætlan sum námsfrøðiligt hjálpiamboð og eftir tørvi DPU til betri at lýsa hvar hóskandi átøk kunnu setast íverk fyri einstaka barni.

Vit sóknast eftir

  • Starvsfólki, ið hevur útbúgving innan námsfrøði.
  • Einum komandi starvsfelaga við áhuga fyri relatiónsarbeiði.
  • Sum er opin fyri bæði refleksión og sjálvrefleksión í gerandisdegnum.
  • Sum í tøttum samstarvi við bæði starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið.
  • Vit sóknast eftir einum fyrikomandi, arbeiðsomum, røknum og skipaðum starvsfelaga.
  • Sum tolir broytingar, ið kunnu koma fyri á stovninum.

Til starvið í útibarnagarðsstovuni er týdningarmikið, at tær dámar væl at nýta náttúruna, sum eitt menningaramboð. Til starvið á serstovuni er týdningarmikið at tú hevur áhuga í øðrvísi samskifti, og sernámsfrøði.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Pedagogfelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Størvini verða flokkað á stig 11-24. Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Oslu Olsen, leiðara á tlf. 237880.

Um ongin námsfrøðingur søkir, kann annað hóskandi starvsfólk setast tíðaravmarkað. Søk starvið á www.runavik.fo undir leys størv. Umsóknarfreistin er sunnudagin 11. Desember 2022.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið