Lýsing
Søkt verður eftir námsfrøðingum til vøggustovu, barnagarðsstovu og serstovu í Barnagarðinum á Mýrunum í Runavík at byrja 01.01.2023 og/ella 01.03.2023.
Størvini eru á 20-40 tíma viku. Eitt í vøggustovu, eitt á serstovu, tvey í útibarnagarðsstovu, harav annað er fyri námsfrøðing í barnsburðarfarloyvi. Og eitt í barnagarðstovu, sum er fyri námsfrøðing í barnsburðarfarloyvi. Lesandi, ið væntandi verða liðug við lesnaðin skjótt, eru vælkomin at søkja starv. Ynskir ein at bjóða seg fram sum avloysari á stovninum, er ein eisini vælkomin at leggja umsókn inn.
Barnagarðurin á Mýrunum liggur í einum náttúruvinaligum umhvørvi, beint við Toftavatn í Runavík, og er normeraður til 92 børn í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin hevur tríggjar barnagarðsstovur við 20 børnum, harav tann eina er ein útibarnagarðsstova. Tvær vøggustovur við 13 børnum og eina stovu við 6 børnum har arbeitt verður eftir sernámsfrøðiligum leisti, har gerandisdagurin er eftir hvørji børn eru á stovuni og arbeitt verður inkluderandi við hinar stovurnar á staðnum. Í løtuni er enn ein útibarnagarðstova við 12 børnum tilknýtt stovninum.
Vit bjóða
- Góðar arbeiðsumstøður og eitt fakliga gott arbeiðsumhvørvi, har tú eisini kann seta tín dám á gerandisdagin.
- Eitt spennandi og mennandi starv við nógvum avbjóðingum og tvørfakligum samstarvi.
- Ein stovn við nógvum námsfrøðingum.
- Ein stovn, ið umframt rørsluligar kanningar, málrættað arbeiðir eftir teimum 6 grundarsteinunum í tveir mánaðir í senn, nýtir TÍTT sum trivnaðaramboð, nýtir barnsins menningarætlan sum námsfrøðiligt hjálpiamboð og eftir tørvi DPU til betri at lýsa hvar hóskandi átøk kunnu setast íverk fyri einstaka barni.
Vit sóknast eftir
- Starvsfólki, ið hevur útbúgving innan námsfrøði.
- Einum komandi starvsfelaga við áhuga fyri relatiónsarbeiði.
- Sum er opin fyri bæði refleksión og sjálvrefleksión í gerandisdegnum.
- Sum í tøttum samstarvi við bæði starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið.
- Vit sóknast eftir einum fyrikomandi, arbeiðsomum, røknum og skipaðum starvsfelaga.
- Sum tolir broytingar, ið kunnu koma fyri á stovninum.
Til starvið í útibarnagarðsstovuni er týdningarmikið, at tær dámar væl at nýta náttúruna, sum eitt menningaramboð. Til starvið á serstovuni er týdningarmikið at tú hevur áhuga í øðrvísi samskifti, og sernámsfrøði.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Pedagogfelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Størvini verða flokkað á stig 11-24. Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Oslu Olsen, leiðara á tlf. 237880.
Um ongin námsfrøðingur søkir, kann annað hóskandi starvsfólk setast tíðaravmarkað. Søk starvið á www.runavik.fo undir leys størv. Umsóknarfreistin er sunnudagin 11. Desember 2022.