Lýsing
Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum at byrja 01. mars 2026 ella skjótast tilber. Eitt starv á 35 tímar um vikuna. Eitt starv á 30 tímar um vikuna
Vit kunnu bjóða tær:
- spennandi avbjóðingar á stovni við 3 barnagarðsstovur og 3 vøggustovur
- ein stovn, har pláss er fyri øllum
- ein stovn, har fokus er á at geva børnunum ein góðan og mennandi gerandisdag
- ein stovn, sum byggir á viðurkennandi námsfrøði, samstarv, samskifti, álit og ábyrgd
- jalig, opin og álítandi starvsfólk
Vit ynskja at tú:
- ert viðurkennandi
- ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
- hevur góð samstarvsevnir og dugir væl at samskifta
- ert nýhugsandi
- sært tørvin hjá einstaka barninum
- sært styrkir hjá einstaka barninum
- tekur ábyrgd
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðagevarafelagið.
Sambært § 4, stk. 3, sbr. stk. 1 í løgtingslóg um barnaváttanir skal greitt tilskilast í starvslýsingum, at arbeiðsgevari hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setan verður framd. Tískil verður hervið kunnað um, at Eysturkommuna hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn viðkomandi persónur, ið stendur til at fáa starvið sum námsfrøðingur á Gjáa, verður settur í starvið.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til: eystur@eystur.fo
Umsóknarfreistin er fríggjadagin, 27. februar 2026.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Eidesgaard, stovnsleiðara á telefon 73 00 41.
Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.