Vágs kommuna
Útgivið
13. maj 2024
Útgongur
24. maj 2024
Staður
Vágsvegur 30, 900 Vágur, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
magnus@vagur.fo

Lýsing

Vágs Kommuna søkir eftir námsfrøðingum at starvast millum 25 - 40 tímar um vikuna, at byrja í august 2024, talan er bæði um føst- og tíðaravmarkaði størv.

Eikilund, Sóljan, Frítíðarskúlin og Ungdómshúsið mynda dagstovnaøkið, men hava sjálvstøðugar karmar at virka undir. Náttúran og nærumhvørvið seta sín dám á gerandisdagin í dagstovnaøkinum.

Okur vænta, at tú:

  • kanst arbeiða sjálvstøðugt, men dugur at samstarva
  • er jalig/ur og sær møguleikar, heldur enn forðingar
  • tekur ábyrgd og setur tær mál
  • skapa góðar og tryggar umstøður í gerandisdegnum saman við børnum
  • ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum

Okur bjóða eitt spennandi starv, ið eru í støðugari menning, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á dagstovnaøkið hjá Vágs Kommunu.

Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Skrivlig umsókn saman við prógvi, lívrensl og møgulig viðmælir verður sent til Vágs Kommuna, Vágsvegur 30, FO-900 Vágur ella við at trýsta her.

Umsóknarfreist: 24. mai 2024

Meira fast at vita um starvið við at venda sær til Magnus Paula West, Trivnaðarleiðara á telefon 239392 ella umvegis teldupost magnus@vagur.fo.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vágs kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í staðin.

SØK STARVIÐ

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið