Lýsing
Tú sleppur ikki bert at arbeiða – tú sleppur at mynda framtíðina.
Vit á Dagstovninum á Hamrinum leita eftir tær, ið hevur hjarta, hugflog og dirvi at vera við til nakað nýtt.
Vit eru í gongd við at víðka um okkara fantastiska stovn og fara at hava tørv á tær og fleiri í okkara toymi til at skipa nýggja virksemið og skapa ein spennandi gerandisdag fyri okkara børn. Tað er lætt at siga, at tú kanst gera mun – men hjá okkum fært tú veruliga møguleikan at seta tín dám á.
Frá 4. august 2025 hava vit brúk fyri námsfrøðingum til okkara barnagarð og vøggustovu. Tað merkir, at tú hevur møguleika at koma við, heilt frá byrjan.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144641