Tórshavnar kommuna
Lýsing
Søkt verður eftir námsfrøðingum, at arbeiða námsfrøðiligt í einum umhvørvið, har náttúran er heilt nær. Ljóðar tað ikki áhugavert?
Bert 8 minuttir frá Steinatúni, liggur dagstovnurin á Velbastað. Friðurin og vælveran frá náttúruni er ein stórur partur av dagligdegnum. Tað hugflogið og skapandi evnið, sum náttúran kann geva, er fantastiskt at hava so tætt at námsfrøðiliga arbeiðsplássinum.
Og nú hevur tú møguleikan, tí Tórshavnar Kommuna sóknast, vegna Dagstovnin á Velbastað, eftir:
- Námsfrøðingi at starvast 30-40 tímar um vikuna í vøggustovuni
- Námsfrøðingi at starvast 26 +- tímar um vikuna í frítíðarstovuni
Størvini verða at seta 11. august ella eftir nærri avtalu.
Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett.