Eysturkommuna
Útgivið
4. juni 2025
Útgongur
16. juni 2025
Staður
Oyran 2, 512 Norðragøta, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Partíðarstarv
T-post
eystur@eystur.fo

Lýsing

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum at byrja 11. august 2025.

– Eitt starv á 30 tímar um vikuna.
– Eitt starv á 35 tímar um vikuna

Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:

  • at børn og starvsfólk trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum.
  • at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk
  • at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn.
  • at virða tað einstaka barnið
  • at ferðast nógv í náttúruni.
  • ein stovn sum leitar sær íblástur frá Reggio Emilia hugtakinum og yvirførir tað til føroyska mentan.

Vit ynskja at tú:

  • ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir.
  • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag.
  • vilt vera við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið.
  • undir ábyrgd av leiðslu og samstarvi við starvsfólkið, vil verða við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið á Gjáa.

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 4, stk. 3, sbr. stk. 1 í løgtingslóg um barnaváttanir skal greitt tilskilast í starvslýsingum, at arbeiðsgevari hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setan verður framd. Tískil verður hervið kunnað um, at Eysturkommuna hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn viðkomandi persónur, ið stendur til at fáa starvið sum námsfrøðingur á Gjáa, verður settur í starvið.

Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til: eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 16. juni 2025.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Rannvá R. Hentze, stovnsleiðara á telefon 73 00 50.

Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett ístaðin í tíðaravmarkað starv.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið