Tórshavnar kommuna
Lýsing
Vegna Dagstovnin Sólareygað, sóknast Tórshavnar Kommuna eftir trimum námsfrøðingum.
- Dámar tær, eins og vit, at fara í dypdina, tá um námsfrøði ræður?
- Vilt tú, saman við okkum, seta námsfrøðiligar ætlanir út í korti?
- Vilt tú, saman við okkum, við reflektiónum, kjaki og hugleiðingum, verða við til at mynda okkum sum stovn?
So er at søkja!
Allar stovur hava góðar karmar, stabil starvsfólk, har allar stovur hava námsfrøðingar og góða fyrireikingartíð til øll starvsfólk.
Fleiri av okkara ungu fara at lesa og tí mangla vit 3 starvsfólk.
Talan er um føst størv at byrja 5. august 2024 ella eftir nærri avtalu.
Um ongin námsfrøðingur søkir, seta vit hjálparfólk istaðin.