Lýsing
Ynskir tú eitt arbeiðspláss við hópin av stuttligum og kveikjandi upplivingum, og at gerast partur av einum góðum starvsfólkabólki, har trivnaður og menning er í hásæti? So er møguleikin her.
Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin við Løgmannabreyt eftir námsfrøðingum í fast starv til okkara vøggustovur 30-35 tímar um vikuna at byrja 19. august 2024 ella eftir nærri avtalu.
- Tveimumnámsfrøðingum til vøggustovu frá 19. august 2024
Um námsfrøðingur ikki søkir størvini, verða hjálparfólk sett.
Um okkum
Okkara stovnur er í Hoyvík og liggur í einum grønum umhvørvi við einum stórum og hugkveikjandi garði, sum er innbjóðandi til spæl, fordjúpan og spennandi rannskóknarferðir.
Vit hava tvær barnagarðsstovur og tvær vøggustovur og ganga tað í løtuni 62 børn á stovninum. Her arbeiða 18 dugnalig, fitt og festlig starvsfólk, hjálparfólk og námsfrøðingar, ið brenna fyri námsfrøðiliga arbeiðinum.
Í dagliga arbeiðinum er tað umráðandi fyri okkum, at stovnurin er eitt mennandi stað hjá bæði børnum og vaksnum, og at vit øll trívast saman. Vit leggja stóran dent á relatiónsarbeiði, tí menningin hjá børnum fer fram í sambandinum við vaksin og við onnur børn.
Vit ynskja at menna sosial, sjálvstøðug, ábyrgdarfull, skapandi og lívsglað børn. Børn sum kunnu luttaka í sosialum felagsskapum og meistra lívið í einari fjøltáttaðari og umskiftiligari verð.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu