Lýsing
Ynskir tú at arbeiða við børnum við serligum tørvið? So hevur tú møguleikan fyri at gerast partur av okkara dugnaliga toymi.
Søkt verður eftir námsfrøðingum, fakfólki við viðkomandi útbúgving ella námsfrøðilesandi, at arbeiða 30 og 40 tímar um vikuna. Um ynski er um færri tímar, halt teg ikki aftur, men skriva tað í umsókn tíni. Okkum tørvar 2 starvsfólk at byrja í august mánað ella skjótast gjørligt. Um fakfólk ikki søkir, kann hjálparfólk blíva sett ístaðin.
Starvsbyrjan er 12. august 2024 ella skjótast gjørligt.
Um okkum
Frítíðarskúlin er eitt sertilboð, ið er ætla børnum, ið ganga í 1. og 2 flokki í skúlanum á Trøðni. Í løtuni starvast 2 námsfrøðingar, 1 sjúkrarøktarfrøðingur og 1 hjálparfólk, og vegna víðkan av virkseminum, her tørvur á fleiri starvsfólkum.
Dagliga arbeiða vit við skipaðari námsfrøði, herundir visuellum strukturi og týðiligheit. Arbeitt verður ein til ein og ein til tvey. Vit strembra eftir, at barnið fær tær bestu menningar møguleikarnar soleiðis, at barnið fær møguleika at mennast sosialt, persónligt og kropsligt. Eisini arbeiða vit við málstimbran eftir Karlstad leistinum og nýta Tekn til Talu.