Lýsing
Søkt verður eftir námsfrøðingum til eitt spennandi og fjølbroytt starv í frítíðarskúlanum. Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna og eitt tíðaravmarka starv á 30 tímar um vikuna (sum endar 1. Januar 2026). Størvini verða sett 11. august 2025. Møguleiki er fyri færri tímum um vikuna.
Um Smílikulluna
Í Smílikulluni leggja vit stóran dent á frítíðina og frælsið hjá barninum. Børnini eru við til at skapa og skipa teirra egna dag, tá skúladagurin er lokin. Í Smílikulluni ganga børn í 1. og 2. flokki í Vága kommunu og vit halda til í bygdaskúlanum í Miðvági.
Vit eru í gongd við at byggja upp fjølbroytt virksemi, við einari nýggjari framtíðar visjón. Endamálið er, at bjóða virksemi sum er mennandi, avbjóðandi, stuttligt, læruríkt, og sum er sigandi og ógloymandi.
Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin og viðarlundina. Vit hava fótbóltsvøll og stórt spælipláss í bygdini tætt við. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar, bæði fyri børn og starvsfólk. Í Smílikulluni raðfesta vit verkstaðsarbeiði, og bjóða vit náttúru- og evningsverkstað, hondarbeiðsverkstað og eitt uttandura verkstað.
Vit vænta
- At tú ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum, er kreativ/ur, og torir at hugsa nýtt
- At tú ert fleksibul, hevur eitt gott hugflog, dugir at hugsa í loysnum og hevur eina jaliga tilgongd til uppgávuna
- At tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við børn, foreldur og starvsfelagar
- At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og avgerðir, ið fremja barnsins bestu menning
- At tú hevur hug og áræði, at vera við til at skapa ein fjølbroyttan, stuttligan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum
- At tú hevur vitan og/ella áhuga fyri at læra viðkomandi amboðini og arbeiðshættirnar
- At tú hevur ein burðardyggan og náttúruvinarligan hugburð
- At tær dámar væl at vera úti og brúka rørslu og náttúruna sum námsfrøðiligt amboð
Vit kunnu bjóða tær
- Eitt fakligt mennandi starv á einum stovni í menning, við nýhugsan og nýggjari visjón
- Eitt spennandi og gott arbeiðsumhvørvi
- Eitt starv har tú kanst nýta tínar dygdir og hava ávirkan, samstundis sum tú mennir teg sjálva/n
- Eitt starv við ymiskum verkætlanum, ið er í tøttum samstarvi við aðrar myndugleikar á økinum
Løn og setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 11 - kl. 17:00 í Smílikulluni.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-24 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2- 8.
Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Umsókn
Umsókn við prógvi, lívssøgu (CV), barnaváttan og møguligum viðmælum skal sendast í seinasta lagi hósdagin 26.06.2025, við at trýsta á her.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Dinu Splidt leiðara, á tlf 794540 ella á við at skriva til dina@vaga.fo