Vága Kommuna
Útgivið
14. oktober 2024
Útgongur
25. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Miðgarður liggur mitt í Miðvági tætt við fjall og fjøru, viðarlund og áir. Nærumhvørvið er partur av okkara dagligdegi, s.s. at vitja høllina á skúlanum og venja á vøllinum.

Vága kommuna hevur hægstu normering í landinum, og hetta gevur okkum møguleika til at veita tí bestu tænastuna til familjuna í nútíðarsamfelagnum.

Fakliga støðið er høgt og vit síggja okkum sum ein lærandi stovn, ið er í støðugari menning og vit vænta, at tú hevur hug at gerast ein virkin partur av fakligu menningini.

Vit dagføra okkum javnan við nýggjastu vitanini, tí vit vilja tryggja at okkara námsfrøðiliga arbeiði byggir á nýggjastu gransking. Vit síggja tað sum okkara fremstu uppgávu, at skapa eina góða relatión við barnið og foreldrini, og vit skipa arbeiðið soleiðis, at tað hóskar til tørvin hjá tí einstaka barninum og familjum teirra. Okkara arbeiði byggir á nærveru og tekur støðið í okkara virðisprofili og barnasýni.

Vit eru partur av 3 ár verkætlani “Saman um barnið – Vitan í verki”, saman við stovnum og skúlum innan barna- og ungdómsøkið í Vágum.

Vit søkja eftir námsfrøðingum til vøggustovu og barnagarð.

Í Miðgarði ganga 105 børn. Vit hava 4 vøggustovur, 3 barnagarðstovur, eina stovu til tey 6 ára gomlu og eina serstovu. Barnagarðstovurnar eru aldursuppdeildar og í vøggustovunum eru børn upp til 3 ára aldur.

Les meira um starvið og søk her við at klikkja her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið