Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
12. maj 2025
Útgongur
8. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Spennandi og lívligir gerandisdagar við glaðum børnum og góðum starvsfeløgum. Ljóðar tað sum nakað fyri teg ? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Vit søkja eftir trimum námsfrøðingum til Mylnuhúsið, at byrja 11. august 2025, tvey av størvunum eru á 30 tímar og eitt er á 34 tímar um vikuna ella eftir avtalu. Um ikki námsfrøðingar søkja, verða hjálparfólk sett tíðaravmarkað í staðin.

Í Mylnuhúsinum verður arbeitt við spor pedagogikki. Hendan tilgongdin krevur forvitni og áhuga fyri námsfrøðiliga arbeiðnum, og tí er tað umráðandi, at komandi starvsfólk hava eitt opið sinn og eru sinnað at seta seg inn í nýggjar arbeiðshættir.

Vit vænta, at tú:

  • Ert opin fyri nýhugsan
  • Dugir at síggja møguleikar fram um mørk
  • Virkar fyri einum góðum samstarvi við foreldur og starvsfelagar

Lønar- og setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag og arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Skrivlig umsókn, saman við prógvi og viðmælum skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 8 juni 2025.

Tú søkir starvið við at trýsta her.

Um Mylnuhúsið
Mylnuhúsið er ein samskipaður dagstovnur við vøggustovu, barnagarði og útibarnagarið, har vit dagliga taka ímóti tilsamans 60 børnum í aldrinum 0 – 6 ár. Í Mylnuhúsinum er pláss fyri, at bæði børn og vaksin kunnu seta síni spor. Vit arbeiða í tí dagliga við okkara eygleiðingarevnum, og vit eru serliga upptikin av sporunum, sum upptaka børnini.

Okkara námsfrøðiliga arbeiði tekur útgangsstøði í barninum, og sporini nýta vit, til at leggja verkætlanir, aktivitetir og spøl í gerandisdegnum til rættis.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið