Tórshavnar Kommuna
Útgivið
21. august 2023
Útgongur
10. september 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Trívist tú í einum lærandi og mennandi mentan, har leiðsla og starvsfólk taka væl móti kreativum hugskotum og eggja hvørjum øðrum at gera tað, sum ein brennir fyri og dugur best?

Vilt tú gerast partur av einum opnum, forvitnum, jaligum og samstarvssinnaðum toymi, sum byggir á fakligheit og álit?
Tórshavnar kommuna hevur tørv á námsfrøðingum til serstovuna í Frítíðarskúlanum í Hoyvík at arbeiða 25-30 tímar um vikuna, við møguleika fyri 40 tímum vikuliga – um man eisini arbeiðir í KLUBB 188.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, so kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Í stóran mun eru arbeiðstíðirnar í serstovuni í tíðarskeiðnum millum kl. 11-17. Arbeiðstíðirnar í KLUBB 188 eru um kvøldi.
Serstovan í Frítíðarskúlanum í Hoyvík er ein inkluderandi partur av frítíðarskúlanum, og samstarva námsfrøðingar og hjálparfólk í serstovuni við frítíðarskúlan gjøgnum dagin. Børnini á stovninum kenna hvønn annan og byggir námsfrøðin nógv á sosialisering og menningarmøguleikar.

Frítíðarskúlin er í náttúru góðum umhvørvi. Í grannalagnum er ein tjørn, sum vit brúka nógv. Úti er gott pláss, og í garðinum er millum annað ein stór fløta, fótbóltsvøllur og ymiskt annað. Her fáa børnini rørt seg nógv kropsliga og stimbrað sínar sansir.
Frítíðarskúlin hevur pláss til í mesta lagi 96 børn í 1. og 2. flokki, meðan frítíðartilboðið fyri 3. flokk er fyri øll børn í 3. flokki í Hoyvíkar skúla. Fleiri av starvsfólkunum á stovninum hava drúgvar námsfrøðiligar royndir.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu
Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið