Vága Kommuna
Útgivið
4. marts 2025
Útgongur
17. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Miðgarður liggur mitt í Miðvági, tætt við fjall, fjøru, viðarlund og áir. Nærumhvørvið er ein natúrligur partur av dagligdegnum. Í Miðgarði ganga 108 børn. Her eru 3 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur, ein stova til tey 6 ára gomlu og ein serstovu. Barnagarðstovurnar eru aldursuppdeildar og í vøggustovunum eru børn upp til 3 ára aldur.

Vága kommuna hevur hægstu normering í landinum, sum gevur møguleika at veita ta bestu tænastuna til familjurnar.

Starvið
Vága kommuna søkir eftir tveimum námsfrøðingum til serstovuna í Miðgarði, at byrja 14. apríl ella eftir nærri avtalu.

Norðurstova er serstovan í Miðgarði og fevnir um alt dagstovnaøkið í Vága kommunu. Í Norðurstovu starvast í løtuni ein námsfrøðingur, ein námsfrøði lesandi og tvey hjálparfólk. Børnini í Norðurstovu eru eisini partur av sínum barnagarðsstovum, og vit samstarva tætt við stovurnar.

Arbeiðið er skipað soleiðis, at hvørt barnið hevur eina virkisætlan, sum lýsir námsfrøðiliga tilgongdina. Vit tillaga skipanina soleiðis, at hon rúmar øllum børnum heldur enn at børnini skulu tillaga seg henni. Vit hava regluligar rammufundir og samstarva tætt við stovurnar, har børnini ganga. Arbeitt verður m.a. við Low Arousal, Boardmaker, Teknmál til talu og inklusión.

Les meira um starvið her.

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið