Vága Kommuna
Útgivið
1. december 2023
Útgongur
15. december 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Miðgarður liggur mitt í Miðvági tætt við fjall og fjørðu, viðarlund og áir. Nærumhvørvið er partur av okkara dagligdegi, s.s. at vitja bókasavni í skúlanum og venja á vøllinum.

Vága kommuna hevur hægstu normering í landinum, og hetta gevur okkum møguleika til at veita  bestu tænastuna til familjuna í nútíðarsamfelagnum.

Vit søkja eftir námsfrøðingum til vøggustovu og serstovuna í Miðgarði.

Starvsøki
Í Miðgarði ganga 116 børn. Vit hava 4 vøggustovur, 3 barnagarðstovur, ein stovu til tey 6 ára gomlu og ein serstovu. Barnagarðstovurnar eru aldursuppdeildar og í vøggustovunum eru børn upp til 3 ára aldur.

Serstovan umfatar alt dagstovnaøkið í Vága kommunu. Arbeiðið á serstovuni er skipað á tann hátt, at øll børn hava eina virkisætlan, sum lýsir hvør námsfrøðilig tilgongd verður nýtt til at skapa eina góða relatión, og hvørji ítøkilig mál arbeitt verður við í eitt avmarkað tíðarskeið. Vit ynskja at menna okkara skipan, so hon rúmar øllum børnum, heldur enn at børnini skulu tillaga seg henni.

Stovutoymini arbeiða sjálvleiðandi í tøttum samstarvi við dygdartoymi, við støðið í námsfrøðiligum tiltøkum,  vit sjálvi hava ment, og eisini ognartikið uttanífrá. Vit dagføra okkum javnan við nýggjastu vitanini,  vit vilja tryggja at okkara námsfrøðiliga arbeiði byggir á nýggjastu gransking.

Fakliga støðið er høgt og vit síggja okkum sum ein lærandi stovn,  er í støðugari menning og vit vænta, at  hevur hug at gerast ein virkin partur av fakligu menningini.

Lesa meira um okkara arbeiðsháttir og mentorskipan á heimasíðu okkara www.midgardur.fo.

Vit vænta, at tú:

  • Ert útbúgvin námsfrøðingur
  • Ert nærverandi og góð/ur til at skapa relatiónir
  • Hevur eina barnaáskoðan, sum samsvarar við okkara virðisgrundarlag
  • Góð samstarvs- og samskiftisevnir og megnar at virka fyri góðum samstarvið millum foreldur, børn og starvsfelagar
  • Ynskir áhaldandi at menna teg fakliga og vera við til at menna stovnin
  • At  ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 til 17:00.

Løn og setanarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-23 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2-8.

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Mirjam Kjølbro, leiðara á tlf. 794520 ella á teldupost mirjam@vaga.fo.

Søk her á vanganum við at senda umsókn saman við prógvum, lívrensl og møguligum viðmælum. Møguligt er eisini at senda sum post til Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur, ella sum teldupost til vaga@vaga.fo. Viðmerk “Umsókn”. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15 desember.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið