Skálavíkar kommuna
Útgivið
21. maj 2025
Útgongur
8. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Frítíðarskúlin í Skálavík.

Sum nakað nýtt, fer Skálavíkar kommuna aftan á summarfrítíðina at bjóða frítíðarskúla og juniorklubba, sum fer at halda til í Skálavíkar skúla. Tilboðið er til børn, sum ganga í 1. - 5. flokki í Skálavíkar skúla.

Opið verður hvønn dag aftan á vanliga skúlagongd inntil kl. 16.30.

Vit søkja eftir:

  • Námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna
  • Hjálparfólki at arbeiða 20 tímar um vikuna.

Er hetta nakað fyri teg?
Hevur tú eina rúgvu av hugskotum og vilt vera við til at seta tín dám á hetta nýggja tiltak, so send eina umsókn til: skalavik@skalavik.fo í seinasta lagi 1. juli 2025.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Skálavíkar Kommunu við at senda teldupost til skalavik@skalavik.fo

Setanarviðurskifti

  • Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
  • Fyri at verða settur í starv skal umsøkjari hava reina barnaváttan sambart Løgtingslóg um barnaváttanir (Barnaváttanarlógin)
  • Frítíðar- og klubbtilboðið er undir leiðslu av Skálavíkar Kommunu.
  • Tilboðið kemur at hava stongt tá skúlarnir eru stongdir, her ber til at gera avtalu um, hvørt man ynskir at verða trektur í løn fyri tíðarskeiðið tá stongt er, ella at gera aðra avtalu við arbeiðsgevaran.
  • Um annað tímatal enn 30 hóskar seg betri til tín sum námsfrøðingur, ber møguliga til at gera aðra avtalu um tað.
  • Vit vænta at tey sum sett verða, kunnu byrja í starvinum 13. aug 2025.

Um námsfrøðingur ikki søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið