Dagstovnurin Alvalon
Útgivið
4. oktober 2024
Útgongur
20. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit hava tørv á:

  • Einum námsfrøðingi í barsilsfarloyvisstarv til barnagarðsstovu við 15 børnum. Starvið er 30 tímar um vikuna, og er starvsbyrjanin tann 15. nov. 2024, ella eftir nærri avtalu.
    Um so er, at eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
  • Einum køksfólki, sum brennir fyri at gera heilsugóðan kost, at byrja 01. des. 2024 ella eftir nærri avtalu. Starvið er 20-25 tímar um vikuna, og fevnir tað um at standa fyri innkeypi og matarætlan. Tú ger millummála og somuleiðis mat til starvsfólkafundir v.m.

Um stovnin
Alvalon liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi í Sørvági. Vit brúka náttúruna nógv og eru ofta túrar bæði í haganum, á sandinum, á fótbóltsvøllum, á Stakka og aðrastaðni í nærumhvørvinum. Í Alvalon eru tríggjar vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur og ein elstibólkur. Á stovninum ganga í løtuni 92 børn í aldrinum 0-7 ár. Vit eru eitt starvsfólkatoymi við 13 námsfrøðingum og 19 hjálparfólkum.

Námsfrøðiliga arbeiðið
Í Alvalon ynskja vit, at øll børn kenna seg trygg. Tryggleikin er ein fortreyt fyri, at barnið trívist og mennist, tí leggja vit stóran dent á relatións- og umsorganararbeiðið og arbeiða tilvitað við tilknýtisástøðini. Eisini raðfesta vit foreldrasamstarvið, rørsluliga- og málsliga menning, felagsskapin, spælið og útilív. Vit eru upptikin av, at børnini hava eina rødd, og at tey í stóran mun sjálvi sleppa at mynda dagin.

Tú kanst lesa meira um okkara virksemi á heimasíðu okkara: www.alvalon.fo

Vit kunnu bjóða tær

  • Eitt spennandi arbeiðspláss, har tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi.
  • Eitt umhvørvið har trivnaður, fakligheit og menning eru í hásæti.
  • At tú verður luttakandi í einum stovni í menning, har pláss er fyri nýhugsan.
  • At verða partur av einari 5 ára verkætlan, sum verður kallað “Saman um barnið – Vitan í verki”, saman við øllum hinum, sum arbeiða innan barna- og ungdómsøkið í Vágum.
  • Eitt stað har vikuligir fundir eru raðfestir
  • Tíð at fyrireika og eftirmeta títt arbeiði – 10% av tínum starvsbrøki.

Vit vænta m.a. av tær

  • At tú hevur góð samstarvsevni
  • At tú ert nærverandi og dugir at skapa góðar og mennandi relatiónir.
  • At tú, saman við hinum starvsfólkunum, skipar ein mennandi og góðan dag fyri børnini.
  • At tú ert luttakandi í einum stovni í menning
  • At tú ert virkisfús/-ur, tolin, og dugir at síggja menningarmøguleikar.

Setanar- og lønarviðurskifti hjá námsfrøðingi
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Setanar- og lønarviðurskifti hjá køksfólki
Setanar- og lønartreytir hjá køksfólki eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Barnaváttan
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Sørvágs kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Tórdis Dam Johannesen, leiðara, tlf 233240.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til alvalon@sorvag.fo í seinasta lagi sunnudagin 20. okt. 2024.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið