Dagstovnurin Brosið
Útgivið
13. november 2023
Útgongur
24. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir námsfrøðingi til barnagarðstovu, í farloyvistarv á 30 tímar um vikuna, at byrjað skjótast til ber, til 01.08.24

Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í starvið.

Eisini søkja vit eftir føstum avloysarum til feriu, sjúku oa.

Stovnurin
Brosið er ein dagstovnur, ið byrjaði sítt virksemi í august 2017.

Vit hava eina vøggustovu, tvær barnagarðstovur og frítíðarskúla.

Stovnurin er í einum náttúruríkum umhvørvi, tætt við skúlan, fótbóltsvøll og fjøruna.

Vit hava sera góðar innan- og uttandura umstøður sum geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning.

Vit bjóða eitt umráðandi og spennandi starv, har tú kanst verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum. Vit hava góða normering og tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi. Vit seta tíð av til fyrireiking og eftirmeting av arbeiðinum.

 Vit vænta av umsøkjarum at

  • tú hevur ein jaligan hugburð og sær møguleikar heldur enn forðingar
  • tú tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt
  • tú ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
  • tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
  • tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag
  • tú ynskir áhaldandi at menna teg fakliga
  • tú kanst arbeiða við teimum námsfrøðiligu amboðum sum stovnurin brúkar

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Starvið inniber, at tú kann hjálpa til á øðrum stovum ella kann flyta stovu eftir tørvi.

Sambært barnaváttanarlógini §2, hevur Hvalbiar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara á tlf. 237580

Umsókn saman við prógvi, lívrensl og møgulig viðmælir, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. novembur 2023 kl. 12.00.

Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba

ella til hvalba@hvalba.fo

Líknandi størv

3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið