Lýsing
Talan er um eitt starv 30 tímar um vikuna at byrja 12.08.2024 ella skjótast til ber eftir tað. Arbeiðsstaðurin er í Klaksvík, og arbeiðstíðirnar eru gerandisdagar í dagtímunum.
Eisini søkja vit eftir avloysarum, sum kunnu avloysa í sambandi við frítíð, sjúku o.a.
Arbeiðsuppgávur
Verkhúsið Birta er virknishús, har vit í einum vælskipaðum námsfrøðiligum umhvørvi virka fyri, at fólkini fáa ein mennandi og fjølbroyttan gerandisdag við innihaldsríkum tilboðum. Í verkhúsinum starvast átta starvsfólk við 13 borgarum. Málbólkurin er fólk við autismu, sum hava tørv á nógvari hjálp í gerandisdegnum. Arbeiðsuppgávan hjá teimum, sum sett verða, eru tí fjølbroyttar. Vit arbeiða út frá hugsjónini, at øll kunnu mennast óansæð avbjóðingar og við leggja dent á, at øll fáa møguleika at brúka síni evni og at menna sínar førleikar.
Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og snúgva seg í høvuðsheitinum um at virka fyri, at fólkini mennast sálarliga og kropsliga gjøgnum sansastimbrandi tiltøk og skapandi arbeiði. Vit arbeiða við støðið í KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi út frá sterku síðunum hjá tí einstaka.
Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er