Lýsing
Tórshavnar kommuna sóknast eftir námsfrøðingi í farloyvisstarv, at byrja síðst í mars 2024 og eftir einum reingerðarfólk til Dagstovnin á Hamrinumat byrja skjótast gjørligt.Á Dagstovninum á Hamrinum ganga í løtuni 78 børn. Við komandi útbygging fara vit at víðka okkara virksemi, soleiðis at pláss verður fyri enn fleiri børnum. Á stovninum eru fimm stovur. Í einum hjartaligum samstarvi gera vit alt fyri at gerandisdagarnir hjá børnunum skulu vera so góðir og gevandi sum til ber.
Námsfrøðingur í vøggustovu
Søkt verður eftir námsfrøðingi í farloyvisstarv í vøggustovu, 35 tímar um vikuna at byrja síðst í mars 2024 til 1. mars 2025 ella eftir nærri avtalu.
Sum námsfrøðingur ynskja vit at tú ert væl fyri fakliga, setir námsfrøðiliga menning á dagsskránna og megnar at eftirmeta námsfrøðiliga arbeiðið saman við tínum starvsfelagum. Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.Tað er umráðandi, at tú dugir at leggja til rættis og skipa gerandisdagin, soleiðis at vit betri kunnu stimbra menningina, læringina og trivnaðin hjá børnunum og røkka teimum málum, vit seta okkum. Tú mást eisini vera før/-ur fyri at gera ætlanir og fylgja ætlanunum upp.