Lýsing
Námsfrøðiliga stuðulsstarvið er tengt at báðum 1. Flokkunum, sum byrja í august mánaða.
Lønarbrotið í skúlanum er 0.63
Søkt verður eftir námsfrøðingi sum
- dugir væl at samstarva og samskifta
- vil menna seg sjálvan og skúlan
- sýnir næmingum og undirvísing eldhuga
- vil fevna ymisleikanum og styrkja felagsskapin
- hevur áhuga at menna okkara yngstu næmingar
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verða løntir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Barnaváttan verður kravd í samband við setan.
Umsóknir:
Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 17. juni kl. 13.00
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Marina Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra, á tlf. 302510 ella 224240. Eisini ber til at senda teldupost til skúlan: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo
Umsóknir við posti kunnu sendast til:
Skúlin á Argjahamri
Glyvursvegur 44
160 Argir