Almannaverkið
Lýsing
Bú- og viðgerðarstovnurin Heyggjarlon í Havn søkir eftir námsfrøðingi, sosialráðgeva ella fólki við heilsufakligari útbúgving.
Um starvið
Starvið er fulla tíð og byrjað verður skjótast tilber ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið allar dagar í vikuni. Miðað verður eftir, at arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti.
Vit kunnu bjóða tær
- góðar treytir fyri menning av førleikum innan umsorganarsvík, m.a. við skeiðum, tvørfakligum viðgerðarfundum og supervisión
- KRAP útbúgving
- at vera við í einum tvørfakligum starvsfólkabólki, har arbeitt verður við KRAP, Mentalisering og Low Arousal-sosialnámsfrøði