
Lýsing
Okkum tørvar ein námsfrøðing at arbeiða 35 tímar pr viku. Starvið er frá 01. oktobur 2025
(Um so er, at eingin námsfrøðingur søkjur, verður starvið sett við skikkaðum hjálparfólki)
Okkum tørvar
Starvsfólk sum vilja arbeiða miðvíst við okkara námsætlan, sum eru áhugaði í at arbeiða við verkætlanum og at skapa eitt mennandi læringsumhvørvi fyri børnini.
Vit vanta av tær
- At tú hevur eina námsfrøðiliga útbúgving
- At tú er jalig/ur og dámar at vera saman við børnum
- At tú er fakliga áhugaður
- At tú er opin fyri nýhugsan og broytingum
- At tú kann arbeiða sjálvstøðugt
- At tú hevur góðar samstarvsførleikar
Tað vit kunnu bjóða tær, er millum annað
- Eitt spennandi og mennandi starv og eitt gott toymi.
- Møguleika at menna teg fakliga.
- upplivingar og útfordringar frá og við børninum, starvsfólki og foreldrum og nógv aftrat.
Starvið er tíðaravmarka í eitt ár (Færloyvisstarv).
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Arbeiðstíðinar er vanliga millum kl 07.15 – 16.45
Tú fært nærri upplýsingar um starvið, við at venda tær til Anitu Sigurðsdóttir, leiðara á tlf. 212751 .
Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum, skal sendast til Barnagarðin á Sandi, teldupost teigar@sandur.fo
Umsóknarfreistin er úti 26.09.25
Allir umsøkjarar fáa svar umvegis teldupost.