Sunda Kommuna
Útgivið
27. februar 2026
Útgongur
19. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

– 33 tímar um vikuna.

Hevur tú hug at arbeiða við barnagarðsbørnum og trívist tú í einum mennandi og lívligum umhvørvi? So kunnu vit hava brúk fyri júst tær!

Vit søkja eftir einum námsfrøðingi, at byrja í mai ella skjótast til ber, at arbeiða 33 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar liggja vanliga millum kl. 07.00 – 17.00.

Um okkum
Á Dagstovninum á Flatinum arbeiða vit út frá okkara námsætlan og viðurkennandi námsfrøði.

Vit leggja stóran dent á:

  • góðar og tryggar relatiónir
  • ein fjølbroyttan og innihaldsríkan gerandisdag
  • at skapa umstøður, har børnini uppliva gleði, hugna, avbjóðingar og menning
  • felagsskap, trivnað, vinalag og spæl
  • at børnini sjálvi eru virknir luttakarar í sínum gerandisdegi

Vit ynskja at skapa eitt umhvørvi, har bæði børn og starvsfólk trívast og vaksa.

Er hetta nakað fyri teg?
Um tú brennir fyri at arbeiða við børnum og ynskir at verða partur av einum góðum arbeiðsplássi, so gleða vit okkum at frætta frá tær.

Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett fyribils.

Setanarviðurskifti
Løn og treytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært barnaváttanarlógini §4 skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn setan kann fara fram.

Meira kunning
Vilt tú vita meira um starvið ella stovnin, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:

Jógvan Philbrow, leiðara – tlf. 297247 Sunnrid Eyðunsdóttir Joensen, varaleiðara – tlf. 288405

Ella vitja okkara heimasíðu: https://flatinum.fo/

Umsókn
Umsókn, avrit av prógvi og møgulig viðmæli skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 19. mars á middegi og sendast til: jogvanp@sunda.fo

Dagstovnurin á Flatinum Skúlavegur 9 400 Oyrarbakka

Líknandi størv

Dámar tær buldur og brak?   Faroe Islands nýtt
27. februar 2026
27. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið