Lýsing
Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv 20 tímar um vikuna, við møguleika fyri at tillaga tímatalið nakað.
Starvið verður sett 01.08.2025 ella eftir nærri avtalu, og eitt ár fram. Arbeitt verður í kvøldvaktum, samdøgursvaktum og 3. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er í Havn.
Arbeiðsuppgávur
Bú- og viðgerðarstovnurin í Børkugøtu er ætlaður átta ungum fólkum við menningartarni. Endamálið við stovninum er, at ung fólk við menningartarni fáa hjálp og stuðul at finna sína egnu leið út í lívið. Uppihaldið hjá teim ungu kann væntast at vara í eitt avmarkað tíðarskeið, í upp til trý ár.
Í Børkugøtu arbeiða vit við, at búfólkini skulu kunna gerast so sjálvbjargin, at tey megna sín egna gerandisdag og taka ábyrgd av egnum lívi. Vit taka støði í sjálvsavgerðarrætti, at skapa góða relatión og at stimbra og menna tey til framtíðina. Vit gera niðurstøður við at eygleiða, skjalfesta og eftirmeta gongdina hjá tí einstaka.
Arbeitt verður við støði í arbeiðsháttunum í KRAP. Vit brúka ymisk hjálpartól, m.a. boardmaker sum amboð til at skipa gerandisdagin.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og tí er tað týdningarmikið, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og viðvirka til tvørfakligt samstarv við millum annað arbeiðspláss.
Javnvirði, tolsemi og yrkisdugnaskapur eru partur av okkara gerandisdegi, og somuleiðis leggja vit okkum eftir at skapa góðan trivnað á arbeiðsplássinum, bæði millum borgarar og starvsfólk. Starvsfólk, sum verða sett, fáa upplæring í arbeiðsmannagongdunum á staðnum.
https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144731&DepartmentId=19198&MediaId=4615