Lýsing
Talan er um eitt fast starv 25 tímar um vikuna at seta frá 01.11.2024. Arbeitt verður í skiftandi vaktum í dagtímum og 4. hvørt vikuskiftið.
Arbeiðsuppgávur
Í búfelagsskapinum búgva sjey fólk við menningartarni. Hvørt búfólk hevur egna íbúð, har endamálið er, at hvør einstakur kann liva eitt gott og virkið lív í tryggum heimi. Umframt egna íbúð er ein felagsíbúð.
Í búfelagsskapinum arbeiða vit við at menna og viðlíkahalda førleikar hjá búfólkunum, so sum at halda egna íbúð, vegleiða í eginumsiting av fíggjarstøðu, heilsustøðu og sosialt.
Arbeitt verður við støði í m.a. KRAP og virkisætlanum. Vit brúka ymisk skema sum amboð til at skipa gerandisdagin hjá búfólkunum.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og tí er týdningarmikð at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og kanst viðvirka til samstarv við m.a. arbeiðspláss hjá búfólkunum.