Tórshavnar kommuna
Lýsing
Brennir tú fyri námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovna økinum? Ynskir tú at gera mun? Ynskir tú at arbeiða fyri einum gerandisdegi við børnum, har relatiónir, nærvera, umsorgan, stuttleiki, útilív og verkstaðurin er ein integreraður og tíðandi partur av arbeiðinum? So skalt tú søkja starv hjá okkum! Vit eru ein lítil, men livandi stovnur, har fakliðheitin er høg og starvsroyndirnar drúgvar.
Tórshavnar kommuna sóknast vegna Býlingshúsið á Ternuryggi eftir einum námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna í barnagarðsstovu við 17 børnum. Aftrat tær eru trý starvsfólk á stovuni.