Lýsing
Vilt tú hava ávirkan á gerandisdagin á tínum arbeiðsplássi og arbeiða saman við okkara fantastiska starvsfólkahópi? So er møguleikin her!
Býlingshúsið í Maritugøtu søkir eftir námsfrøðingi at arbeiða 25-35 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt.
Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk vera sett í starv.
Um tú ynskir at verða avloysari, verð vælkomin at seta teg í samband við stovnsleiðarin.
Um okkum
Vit eru ein stovnur, sum trívast og mennast saman við fakliga dugnaligum starvsfólkum skipa í tvær vøggustovur og tvær barnagarðsstovur. Í løtuni starvast 18 fólk á stovninum.
Vit leggja dent á at arbeiða við lurtandi pedagogikki og at vera nærverandi í okkara arbeiði – vit fylgja sporunum hjá børnunum og skipa okkara virksemi eftir teirra áhuga.
Vit liggja í einum friðarligum og náttúruríkum øki, og hava ein góðan og rúmligan garð til børnini at spæla úti í. FIFA vøllur og eitt spælipláss er beint uttanfyri garðin, og vit hava gott busssamband til allan býin.