SJÓVAR KOMMUNA
Útgivið
15. september 2022
Útgongur
27. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dugir tú at ala? Mowi søkir eftir royndum alara til Oyndarfjørð

Sum alari í Oyndarfirði gerst tú partur av einum toymi av alarum, ið tryggjar at alibrúkið til eina og hvørja tíð, er klárt at ala dygdargóðan laks. Tað hevur stóran týðning at fiskavælferðin altíð er í hásæti.

Uppgávur
Týðningarmesta uppgávan er at røkta laksin, og verða við frá útsetan til tøku. Endamáli er at tryggja góða fiskavælferð, og verður hettar gjørt við at halda alibrúk, tað eru ringar, nótir o.a. í so góðum standi sum gjørligt.

Førleikar
Sum starvsfelagið ert tú røsk/raskur, tú dugir at skipa dagliga arbeiði og dámar at samstarva í smærri toymum. Eisini ynskja vit at tú leggur dent á at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi har tú starvast. Vit vænta at tú hevur royndir sum alari, hevur hegni til røkt og framleiðslu av laksi, so tú hevur royndir við teimum amboðum, sum verða nýtt á einum aliøki, so sum bátar, kranar o.a. 

Starvið
Starvsstaðurin er í Oyndarfirði, og arbeiðstíðin er vanliga frá 8-16. Til tíðir eru skeivar arbeiðstíðir og langir arbeiðsdagar. Vit vænta tí at tú ert fleksibul viðvíkjandi arbeiðstíð.

Lønin verður ásett eftir avtalu.

Vilt tú vita meira, so set teg í samband við Steffan Gaard, aliformannin, á telefon 791010 ella send ein teldupost til steffan.gaard@mowi.com.

Umsóknir skulu sendast til mowi.faroes@mowi.com, og freistin at søkja er 29. september.

Mowi er heimsins størsta alifelag við virksemi um allan heim. Framleiðslan hjá Mowi í Føroyum er áleið 10.000 tons av alilaksi um árið. Felagið hevur eina smoltstøð á Hellunum umframt 3 aliøki á sjónum  ávikavist í Oyndarfirði, Haldórsvík og á Sandi. Kryvjivirkið er á Strondum. Umleið 80 fólk starvast hjá Mowi í Føroyum.

Søkt verður eftir námsfrøðingi at arbeiða 32 tímar um vikuna. Talan er um farloyvisstarv frá 1. oktober 2022 til 1. august 2023.

Vit ynskja

- at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum.

- at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur.

- at tú ert nærverandi, kreativ/ur og at tær dámar væl at vera úti.

- at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum.

- at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvið.

Vit bjóða

- eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi á einum stovni, har karmarnir inni og úti eru sera góðir.

- eitt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum, ert við til at menna tað námsfrøðisliga umhvørvi.

- eitt starv, har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti.

 Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Um námsfrøðingur ikki søkjir, kann hjálparfólk verða sett.

Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á tlf. 232747.

Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo.

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 27. sept. 2022, kl. 12:00 og sendast til: litliflottur@sjovar.fo ella:

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið