Sunda Kommuna
Útgivið
19. juni 2025
Útgongur
4. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Í Hósvík er ein stovnur við námsfrøðiligum, kreativum og kveikjandi upplivingum. Trivnaður, “grønur” kreativitetur og menning er okkara fakligheit og styrki. Á stovninum er góð hølisviðurskifti og uttanum øki er fantastiskt.

Vit hava tørv á:

  • Einum námsfrøðingi.
  • Arbeiðstíðin er 32-35 tímar um vikuna í vøggustovu. Hevur tú ynski um ávíst tímatal, lat okkum frætta, so finna vit fram til eina felags loysn.

Vit ynskja enn fleiri starvsfólk ið:

  • eru ágrýtin og hava hug og evnið til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið og hópin
  • megna at arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og avgerðir
  • hava góð samstarvs- og samskiftisevni og megna at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn, starvsfelagar og leiðslu
  • eru nærverandi og fyrikomandi
  • eru fleksibul í mun til kjarnu uppgávuna

Á stovninum er spæl, látur, motorikkur, umsorgan og nærvera okkara dagligdagur. Vit brúka náttúruna, bygdina, sandin og hagan, sum okkara felags triðja.

Námsfrøðilig fyrireikingartíð er løgd inn í okkara arbeiðsskema, umframt at vit arbeiða í smáum barnabólkum og vit tillaga okkara arbeiði eftir tørvi.

Á stovninum starvast í løtuni 5 námsfrøðingar og 5 hjálparfólk. Ein blandaður hópur av fittum og dugnaligum starvsfólkum. Vit eru opin fyri nýggjum hugsanum og trívast best, tá gerandisdagurin er væl litaður við alskyns fjølbroyttum litum og áhugaverdum avbjóðingum.

Setanarviðurskifti
Starvi verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsbyrjan 15. august ella eftir nærri avtalu.

Um ongin námsfrøðingur verður settur, verður hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.

Sambart §2 í barnaváttanarlógini hevur Sunda kommuna skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn
Umsóknin skal, saman við prógvi, CV og viðmælum, verða Dagstovninum við Stórheygg í hendi í seinasta lagi 4. juli.

Dagstovnurin við Stórheygg
Áarvegur 3
420 Hósvík
storheygg@sunda.fo

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jónu Guttesen, stovnsleiðara, á telefon 297255 ella vitja heimasíðu okkara storheygg.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið