Frítíðarskúlin við Stórá
Útgivið
26. maj 2021
Útgongur
13. juni 2021
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir námsfrøðingum og hjálparfólkið til Frítíðarskúlan við Stórá at byrja 16. August 2021. Námsfrøðilesandi, sum verða liðug í summar, eru eisini vælkomin at søkja.Kjarnuuppgávan hjá Frítíðarskúlanum við Stórá, er at bjóða øllum børnunum eitt trygt, mennandi, stuttligt og læruríkt umhvørvi, saman við vegleiðandi vaksnum.Frítíðarskúlin liggur í Rituvík og er stovnur undir Runavíkar kommunu. Á stovninum ganga uml. 115 frítíðarskúlabørn.

  • Starvið er 25 til 30 tímar um vikuna, har arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.30 - 17.00, og tá skúlin hevur frí ímillum kl 7.30-17.00
  • Starvið vera sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya á lønarstigi 11-22,

Vit ynskja at umsøkjarin:

  • Er áhugaður at arbeiða við børnum í aldrinum 5 - 9 ár
  • Er ágrýtin, initiativríkur og vísir hetta í verki
  • Er fakliga tilvitaður, og hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • Dugir at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi og kveikjandi upplivingum.
  • Dugir at skipa fyri spennandi og avbjóðandi tilboðum, til hendan barnabólk í einum tryggum og góðum umhvørvi.
  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar

Vit bjóða:

  • Eitt arbeiðspláss, sum ynskir at menna og arbeiða eftir dygdargóðari frítíðarnámsfrøði
  • Eitt arbeiðspláss, sum leggur stóran dent á kreativitet og fysiskir aktivitetir
  • Fyrireikingartíð
  • Toymisarbeiði

Umsóknir, saman við avriti av prógvi, ummæli, lívslongdarsøgu (cv) o.ø. skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi manadagin 13. Juni 2021.

Søk starvið á heimasíðuni hjá Runavíkar Kommunu. www.runavik.fo ella á beinleiðis leinkju her:

https://app.jobmatchprofile.com/ktsa6k

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Hans Andrias Olsen leiðara, á tlf 216630.

SØK STARVIÐ

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið