Lýsing
Trívist tú í einum lærandi og mennandi mentan, har leiðsla og starvsfólk taka væl móti kreativum hugskotum og eggjar hvørjum øðrum at gera tað, sum ein brennur fyri og dugur best?
Vilt tú gerast partur av einum opnum, forvitnum, jaligum og samstarvssinnaðum toymi, sum byggir á fakligheit og álit?
Søkt verður eftir námsfrøðingi til Frítíðarskúlan í Hoyvík at arbeiða 25-30 tímar um vikuna, at byrja skjótast gjørligt.
Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Arbeiðstíðirnar eru millum klokkan 11 og 17.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu
Leinkja til umsóknarskema