Lýsing
Trívist tú í einum lærandi og mennandi mentan, har leiðsla og starvsfólk taka væl móti kreativum hugskotum og eggja hvørjum øðrum at gera tað, sum ein brennur fyri og dugur best?
Vilt tú gerast partur av einum opnum, forvitnum, jaligum og samstarvssinnaðum toymi, sum byggir á fakligheit og álit?
Søkt verður eftir námsfrøðingi til Frítíðarskúlan í Hoyvík at arbeiða 25-30 tímar um vikuna, at byrja mánadagin 5. januar ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðstíðirnar eru millum kl. 9.00 og 17.00
Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144812