Lýsing
Brennur tú fyri at arbeiða við teimum 6 ára gomlu børnunum? So er hetta akkurát nakað fyri teg.
Søkt verður eftir námsfrøðingi at arbeiða 25-30 tímar um vikuna at byrja 1. mars 2025. Eisini verður søkt eftir avloysara.
Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett.
Um okkum
Frítíðarskúlin Sankta Frans liggur mitt í býnum, tætt uppat einum náttúruvøkrum umhvørvið. Viðarlundin er okkara nærmasti granni. Vit hava góðar møguleikar til náttúruupplivingar av ymiskum slagi. Stutt er at ganga til ymisk áhugamál so sum svimjihøllina og Fimi, sum vit gera brúk av hvørja viku.
Frítíðarskúlin er í sama bygningi sum forskúlin hjá Sankta Frans skúla. Í frítíðarskúlanum starvast bæði námsfrøðingar og hjálparfólk. Frítíðarskúlin tekur ímóti 48 børnum íalt, øll úr forskúlanum sum eru í aldrinum 6 til 7 ár.