Runavíkar Kommuna
Útgivið
18. november 2025
Útgongur
10. december 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Vit spæla, skapa og røra okkum – vilt tú vera við?

Námsfrøðingur til Frítíðarskúlan Varðan á Skála
Hevur tú gleði av at arbeiða við børnum, sum eru full av orku og hugflogi?
So hevur tú møguleikan nú – kom og verð partur av okkara livandi og fjølbroytta frítíðarskúla!

Um okkum
Varðin er frítíðarskúlin á Skála, har vit dagliga taka ímóti børnum við spæligleði, orku og skapanarhugi.
Vit leggja stóran dent á felagsskap, rørslu og kreativitet, og samstarva tætt við Barnahúsið Sellan og Skála Skúla.

Vit hava góðar fysiskar karmar, har pláss er at vera kreativ/ur bæði úti og inni, og vit hava atgongd til Høllina á Skála, fótbóltvøllin og vøkru náttúruna í bygdini.

Hvat tú fert at gera

  • Vera ein partur av einum toymi, sum skapar tryggleika, gleði og felagsskap.
  • Skipa fyri spølum, tiltøkum og skapandi virksemi – bæði inni og úti.
  • Geva børnunum upplivingar í náttúruni og rúm at vera virkin og áhugaði.
  • Styrkja sosialu menningina hjá børnunum, við at arbeiða í smærri bólkum og fylgja teirra áhugamálum.
  • Samstarva við foreldur og starvsfelagar, so øll fáa ein tryggan og mennandi gerandisdag.

Vit leita eftir tær, sum

  • Hevur útbúgving sum námsfrøðingur, ella er hjálparfólk við royndum og eldhuga.
  • Er jalig/ur, opin, blíð/ur, kreativ/ur og álítandi – og sær gleðina í teimum smáu løtunum.
  • Hevur orku, yvirlit og gott lag, eisini tá alt hendir í senn.
  • Hevur áhuga fyri rørslu, spæli, sosialari menning og skapandi virksemi.

Vit bjóða tær

  • Góðar arbeiðsumstøður við fyrireikingartíð og rúm fyri fakligari menning.
  • Eitt jaligt og fjølbroytt arbeiðspláss, har vit gera okkum ómak og hava tað stuttligt.
  • Eldhugaðar starvsfelagar við stórum hjørtum.
  • Møguleika at menna teg fakliga gjøgnum TÍTT og Marte Meo.
  • Gott tvørfakligt samstarv.

Setanarviðurskifti

  • Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
  • Barnaváttan verður kravd sambært §2 í barnaváttanarlógini.
  • Starvið verður sett frá 1. januar 2026.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Send umsókn við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum í seinasta lagi 10. desember gjøgnum Alfred.fo.

Meira fæst at vita við at venda sær til
Sonju Einarsdóttir, leiðara, á tlf. 212252 / 667160.

Kom og verð partur av okkara litríka, leikandi og hjartaliga felagsskapi!

Líknandi størv

18. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið