Sunda Kommuna
Útgivið
3. marts 2026
Útgongur
13. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir námsfrøðingi at arbeiða í Frítíðarskúlanum við Margáir. Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna.

Starvsbyrjan 16. mars ella eftir nærri avtalu. Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk vera sett í tíðaravmarka starv.

Í dagliga arbeiðinum leggja vit m.a dent á:

  • at børn og starvsfólk skulu trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum.
  • at hava gott samstarv við foreldur
  • at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn.
  • at virða tað einstaka barnið.
  • at ferðast úti í náttúruni.

Vit ynskja, at tú:

  • ert álítandi og hevur góð samstarvsevni
  • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag.
  • undir ábyrgd av leiðslu og í samstarvi við starvsfólkið, vilt verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga umhvørvið við Kráir.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmala millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært barnaváttanarlógini §2, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til: karina@sunda.fo

Umsóknarfreistin er hósdagin 12 mars.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Karinu Eidesgaard, stovnsleiðara á telefon 297235.

Líknandi størv

5. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið