Almannaverkið
Útgivið
21. juni 2024
Útgongur
7. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um starvið
Vit víðka virksemið og hava eitt starv á 25 tímar um vikuna leyst at søkja. Byrjað verður 12. august ella eftir nærri avtalu. Um ynski er, er møguleiki fyri at fáa fulla tíð í eindini Autisma. Arbeiðstíðirnar eru í dagtímunum ímillum kl. 11.00 og kl. 17.00 og eitt kvøld um vikuna til kl 21.

Starvsstaðurin er í Frítíðartilboðnum á Tinghúsvegnum í Tórshavn.

Førleikar
Námsfrøðingur. Umsøkjari, sum hevur arbeiðsroyndir innan autismuøkið kann hava fyrimun. Um eingin námsfrøðingur søkir, kann starvið verða fyribilssett við hjálparfólki.

Um frítíðartilboðið og uppgávur
Um tú vilt gera ein mun fyri børn og ung við autismu og um tú brennir fyri at skapa karmar fyri menning og trivnaði, so hevur tú møguleikan at blíva okkara starvsfelagi í okkara fantastiska og heilt serstaka frítíðartilboði.

Frítíðartilboðið er opið skúladagar eftir skúlatíð og er ætlað børnum og ungum við autismu úr 3. flokki upp til 18 ár. Harafturat skipa vit fyri klubbvirksemi eitt kvøld um vikuna.

Vit eru eitt eldhugað toymi, sum strembar eftir at skapa eitt stuttligt, stimbrandi og mennandi frítíðartilboð. Í einum námsfrøðiligum umhvørvi virka vit fyri, at børnini og tey ungu fáa ein mennandi og fjølbroyttan gerandisdag við innihaldsríkum tilboðum.

Vit arbeiða eftir ávísum námsfrøðiligum leisti og taka støði í tí einstaka, soleiðis at hann fær bestu umstøður at mennast. Ein týðandi uppgáva er at stuðla børnunum og teimum ungu í teirra persónligu og sosialu menning. Harumframt er uppgávan at skapa eitt umhvørvi, har sosial samvera og lívsvirði eru í hásæti.

Vit uppbyggja og varðveita álitisfullar relatiónir, vit skipa fyri mennandi námsfrøðiligum aktivitetum, vit menna og eftirmeta námsfrøðiligar virkisætlanir og vit uppbyggja og varðveita eitt gott og álitisvekjandi samstarv við avvarðandi.

Nakað av skrivligum uppgávum er í arbeiðinum, og tí verður væntað, at umsøkjari hevur kt-førleika á brúkarastøði, umframt koyrikort til bil.

Í frítíðartilboðnum er skráin fjølbroytt. Børnini gera ymisk ítriv, t.d. mála, tekna, spæla spøl, lesa søgur og annað, sum mennir motoriskar, kreativar og bókligar førleikar.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Spennandi starv sum supportari   Faroe Islands nýtt
27. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið