Almannaverkið
Útgivið
1. november 2024
Útgongur
22. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Almannaverkið søkir eftir starvsfólki til Sambýlið á Mýrini í Hoyvík. Húsið er heim fyri fólk við menningartarni. Í húsinum er pláss fyri 17 fólkum: 12 í sambýlinum niðriundir og fimm í búfelagsskapinum, sum húsast uppiá. Karmarnir eru sera góðir, bæði fyri búfólk og starvsfólk.

Um starvið
Eitt starv 20 tímar um vikuna at byrja 01.01.2025. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti.

Eisini verður søkt eftir avloysarum, sum kunnu arbeiða, tá ið feria, sjúka og annað er.

Arbeiðsuppgávur
Uppgávan er millum annað at bjóða búfólkunum ein skipaðan, mennandi og sjálvstøðugan gerandisdag, har virkað verður fyri, at tey fáa neyðugan stuðul og umsorgan, samstundis sum tey fáa upplivingar í gerandisdegnum og í frítíðini. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og er tað tí týdningarmikið, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt. Eisini er umráðandi, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan. Javnvirði, tolsemi og yrkisdugnaskapur eru partur av okkara gerandisdegi, og somuleiðis leggja vit okkum eftir at skapa góðan trivnað, bæði millum búfólk og starvsfólk. Vit leggja dent á møguleikar heldur enn forðingar, og vit stuðla og vegleiða í persónligum viðurskiftum og avbjóðingum, sum búfólkini kunnu møta í gerandisdegnum.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er:

Líknandi størv

22. november 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið